Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hjálparpakkin til listafólk longdur og upphæddin hækkar

Tjóðveldi

Listafólk fara at fáa hjálparpakka aftur til 1.mei í fjør, og samlaða upphæddin í hjálparpakkanum hækkar uppí 2 milliónir krónir.

 

Tað er ein samd Mentanarnevnd, ið hevur tikið undir við broytingaruppskotinum.

”Eg fegnist um, at tað hevur borið til at fáa semju í Mentanarnevndini um uppskotið”, sigur Beinta Løwe, forkvinna í Mentanarnevndini í Løgtinginum.

”Bæði samgonga og andstøða í nevndini hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa semju og bøta um listapakkan til listafólk.”

Upprunaliga uppskotið frá landsstýrismanninum gav listafólkum hjálparpakka frá 9.desember í fjør til 31. januar í ár, og samlaða upphæddin var sekshundraðtúsund krónur.

Men Mentanarnevndin hevur broytt uppskotið, so hjálparpakkin gongur aftur til 1.mei í fjør, og samlaða upphæddin er nú 2. milliónir krónur.