Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HJARNAR: Sølan gongur við rúkandi ferð

Norðlýsið

Leygardagin 8. november verður eykakonsertin “ALLA NÁTT – 50 ár við Hjarnar” skotin í gongd. Sølan gongur við rúkandi ferð, men enn ber til at ogna sær atgongumerki á atgongumerki.fo.

Teir hava virkað í meiri enn 50 ár, og teir lova eitt brak av einari konserrt.

– Vit gleða okkum ómetaliga nógv. Vit eru í gongd við at fyrireika okkum til stóra dagin, og vit gleða okkum at framføra alllar okkara bestu sangir, sigur Karl Martin Samuelsen, forsangari í Hjarnar.

Í samband við tiltakið í Varpinum, verður Varpið eisini karmur um flotta guitarframsýning.

Umframt stóru konsertina við Hjarnar, so fara eisini onnur kend nøvn á pallin at tulka sangir hjá Hjarnar.

Atgongumerki til eyka konsertina leygardagin 8. november kl. 17.00 kunnu keypast her: Alla nátt – 50 ár við Hjarnar