Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hjartamál

Mildrid á Lógv

Nú nærkast til valið, har nýtt býráð skal veljast. Tað er upp til veljaran at avgera, hvør skal mynda Klaksvíkar kommunu komandi fýra árini.

 

 

Eg havi valt at stilla upp, tí at eg havi nøkur hjartamál, sum eg brenni fyri og vil gera alt fyri at fáa framd. Sum flestu vita, so er fíggjarliga rásarúmið í kommununi avmarkað. Við einum skynsomum fíggjarpolitikki ynski eg fyrst og fremst at raðfesta eldraøkið, rørslutarnaði og fimleikahøll. Okkara eldru borgarar, sum hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, skulu hava eini góð og virðilig ellisár. Fyri trivnaðin hjá teimum ungu, ynski eg í komandi valskeiði at raðfesta at fara undir at byggja eina fimleikahøll.

 

Hesi eru míni hjartamál:

 

Eldri:

  • Styrkja heimatænastuna og venjingartilboð
  • Eldradepil við eldraíbúðum og røktarheimi
  • Fleiri beinkir og góðar gøtur

 

Rørslutarnaði:

  • Betri atkomu allastaðni

 

Ung:

  • Frítíðarkort
  • Gera spælipláss liðug
  • Gera skúlan lidnan
  • Ung í arbeiði
  • Lestraríbúðir
  • Lofta teimum við sálarligum avbjóðingum

 

Ferðsluviðurskiftini:

  • Skipast betur og gerast tryggari
  • Fleiri parkeringspláss/parkeringshús
  • Viðlíkahald av gongubreytum
  • Súkklubreytir

 

Trivnaður:

  • Fimleikahøll
  • Biografur
  • Skapa ein størri miðbý við einum torgi
  • Fríðka um býin við fleiri plantum, trøum og listarverkum

 

GOTT VAL!

 

Mildrid á Lógv

Valevni í Klaksvíkar kommunu

Listi E