Fótbóltsnørdar gleði tykkum. Fyri framman standa 64 dystir komandi mánaðin. Vertstjóðin Russland tekur móti Saudi Arabia kl. 16.00 í dag.
Nú verður tað! Øll sum elska fótbólt, elska HM. Nú má alt setast til síðis, sum kann setast til síðis. Tí nú byrjar Heimsmeistaraheiti í Fótbólti. Verdensmesterskabet ella World Cup.
Minnast tit Maradona tá hann kysti tiltikna HM steypið í Mexico í 1986, minnast tit Baggio tá hann brendi straffi í HM finaluni í USA í 1994 og minnast tit Zidane tá hann skallaði Materazzi í bringuna í HM finaluni í Týsklandi í 2006?
Komandi mánaðin verða nýggj minnir skapt. VAR skipanin verður nýtt, so ivaleyst megnar ongin at endurtaka málið hjá Maradona móti Onglandi á sinni.
Norðlýsið ger nógv burturúr HM í Ruslandi. Altíð vælupplagdi Kristian Joensen er vertur í HM studio hjá Norðlýsinum. Karmarnir eru framúr í Betri.
Gløggi hyggjarin leggur merki til at Kristian er í Íslendsku landsliðsblusuni. Motus Sport er klædnaveitari. Íslendska landsliðsblusan og aðrar fáast til keyps í Motus Sport.
Skrá:
- 13 juni: HM studio við Jóan Paula Jacobsen – upptakt til bólkarnar VIð Jóan Paula Jacobsen
- 18 juni: HM studio við Agnar Fredriksen
- 20 juni: HM studio við Manna Høgnesen
- 22 juni: HM studio við Oddur Olsen
- 25 juni: HM studio við Hassadi Midjord
- 27 juni: HM studio við Hjalgrím – hyggja fram ímóti 1/8 finalunum
- 29 juni: HM studio við Lassin Isaksen – taka saman um bólkaspæli og dómara avrik
- 02 juli: HM studio við Niels Pauli Danielsen
- 05 juli: HM studio við Jón Kára í Brekkuni – hyggja fram ímóti kvartfinalunum
- 09 juli: HM studio við Niclas Niclasen – hyggja fram ímóti hálvfinalunum
- 14 juli: HM finalustudio við Jóan Paula Jacobsen – taka saman um HM 2018


