Tað endaði við stórsigri til Poland í kvinnu landsdystinum í dag.
Føroyska kvinnulandsliðið spælir í løtuni móti Polandi í HM undankappingardysti. Hetta er næsti dysturin hjá føroyska landsliðinum. Sunnudagin vann Skotland 7-2 á Tórsvølli.
Poland vann dystin 6-0 eftir at hava verið á odda 4-0 í hálvleikinum. Á heimasíðuni hjá UEFA stendur at lesa um hagtølini fyri dystin, at Poland hevði 14 skot uppá mál innanfyri mál rammurnar, meðan Føroyar hevði 3 málroyndir.




