Leygardagin 5. mars 2022 kl. 13 var aðalfundur hjá Parkinsonfelagnum í Megd húsið, Íslandsvegur 10, Tórshavn.
Fullsett var í hølunum hjá MEGD har borðreitt var við føroyskum viðskera.
Í ár hevði felagið boðið báðum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum dagliga starvast á neurologisk ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, at greiða frá arbeiðinum og dagliga samskiftinum við fólk, sum hava parkinson.
Undir orðaskiftinum kom fram, at ávís frustratión var við samskifti millum fólk við parkinson og neurologisk ambulatorium. Limirnir fíltust á at tey fingu ikki svar uppá spurningar og í øðrum førum gekk alt ov long tíð at koma í samband við serlæknarnar.
Eingin grøðing er fyri parkinson og alneyðugt er at viðgerðin sum fólk fáa allatíðina verður tillaga støðuni hjá einstaka fólkinum.
Tað eru einans 146 fólk við Parkinson í Føroyum og tí koma serlæknar í parkinson regluliga úr útlandinum til Føroyar. Tað er ein fyrimunur fyri fólk við parkinson at fáa viðger av serlæknum sum hava hollað vitan um parkinson, men tíðarbilið serlæknarnir ikki eru í Føroyum røkja teir annað starv, og tí kan tað verða trupult at samskifta við serlæknan tíðarskeiði teir ikki eru í starvið á landssjúkrahúsinum.
Nevndarval:
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið:
John William Joensen, Joy Ann Simonsen og Anna Katrina Beder. Tiltakslimir: Eyðbritt Eysturstein og Anna Berg Danielsen
Øll vóru afturvald.
Á nevndarfundi gjárkvøldið, mánakvøldi 14. Mars, skipaði nevndin seg soleiðis:
John William Joensen, formaður
Anna Katrina Beder, næstforkvinna
Joy Ann Simonsen, kassameistari
Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari
Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimir
Eyðbritt Eysturstein og Anna Berg Danielsen, tiltakslimir.



