Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hóast vánaligir prísir, so byrjaðu teir aftur

Oliver Joensen

Útróðurin er so spakuliga farin í gongd aftur. Líðhamar hevur í dag givið upp 13.500 pund og leygardagin høvdu teir 14.500 pund. Gjógvarenni hevði leygardagin 2.900 pund. Norðsøki avreiddi í dag 12.000 pund og Bragd 8.000 pund.

Frá Fiskamarknaðinum frætta vit, at prísurin fyri fiskin er sera lágur. Harafturat er góðskan á toskinum sera misjøvn. Hetta sæst sjálvandi aftur í prísinum eisini, men príslegan á fiskinum í løtuni skal helst eisini síggjast í ljósinum av, at sera fáir keyparar eru í løtuni úti í heimi.