Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høg og lág á seiðabergi beint eftir svarta oktober 1992

John William Joensen

Nú so nógvur seiður er at síggja í Hvannasundi, minnast nógv fólk aftur á tá víkirnar fyltust við seiði í 1992, í svárastu krepputíð. Vit hava filmsupptøkur, sum Regin Samuelsen gjørdi.

Tá bankarnir fóru á heysin tann 6. oktober 1992 var álvarsom kreppa í Føroyum. Samstundis var fiskaloysi og hetta gjørdist m.a. byrjanin til eina stóra fólkafráflyting.

 

Í svárastu krepputíð fyltust víkirnar við seiði og í Klaksvík leitaðu fólk serliga oman í bátahylin á Borðoyavík at syfta seið.

Nógv kend fólk úr Klaksvík eru við á upptøkunum, m.a. sjálvur borgarstjórin Óli E. Heinesen.

Hetta er tíðin áðrenn internetið og fartelefonirnar tóku ræði á sosialu samveruni.

Upptøkurnar gjørdi Regin Samuelsen 20. til 23. oktober 1992.

Ólavur Wolles hevur sett upptøkurnar saman.