Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgætt alt vikuskiftið

Hanus Kjølbro

Køld luft av Norðpólinum fer at reka ímóti Føroyum í tríggjar dagar afturat.

Vindferðin er í minking í dag. Í morgin minkar aftur eitt sindur og í ovurmorgin. Men ættin fer at vera tann sama alt vikuskifti – útnyrðingur-norðan.

Vit skulu vænta okkum ælingar við vátakava ella kava alt vikuskiftið. Leygarkvøldið og sunnunáttina fer tó at kava í eitt longri tíðarskeið.

Hitin alt vikuskiftið fer at liggja ímillum -2 stig og + 3 stig.

Gott vikuskifti.