Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgætt í morgin

Hanus Kjølbro

Tað hevur verið lágætt nokkso leingi, men seint seinnapartin fer hann at koma av útnyrðingi. Í kvøld er vestan eina løtu, men eftir midnátt er útnyrðingur-norðan.

Rákið, sum kemur til Føroya, kemur av leiðunum í Norðureysturgrønlandi, og henda luft er eitt sindur kaldari, enn vit hava havt í seinastuni – hitin í morgin fer at liggja um tey 10 stigini.

Tá ið Dannebrog leggur at fyrrapartin í morgin eru 5 til 10 m/s úr útnyrðingi-norði – t.e. inn eftir vánni. Tað verður skýggjað fyri tað mesta og ælingar (serliga fyrrapartin) og onkrar løtur við sólglottum.

Seinnapartin verður turrari og fleiri løtur við sólglottum.

 

Harleywoodpaint