Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgætt í vikuni, sum kemur

Hanus Kjølbro

Í vikuni, sum kemur, fara fleiri lágtrýst at leggja leiðina framvið her hjá okkum. Køld luft fer at reka til okkara av vestri mánadagin, landnyrðingi ella norði týsdagin, mikudagin og hósdagin.

Fríggjadagin er lágættin aftur eina løtu, men tann luftin er eisini køld, kemur av leiðunum við Labrador og Norðurkanada. Komandi vikuskiftið er ættin útnyrðingur.

Hitalagið fer at lækka úr umleið 7-8 stigum seinastu dagarnar niður ímóti frostmarkinum mikudagin og hósdagin. Fríggjadagin og í vikuskiftinum er aftur eitt sindur heitari.

Okkurt avfall verður eisini í vikuni, sum kemur. Æl við regni mánadagin og týsdagin. Týskvøldið tó nógv regn. Mikudagin er hitalagið komið so langt niður, at avfallið er eitt bland av regni og kava.

Veðrið í døgunum í næstu viku:

Mánadag:

Útsynningur-vestan og vestan, vindurin veksandi úr 3 til 8 m/s fyrrapartin upp í 10 til 15 m/s um kvøldið. Eftir midnátt fer at minka aftur.

Fyri tað mesta turt, men tó nøkur æl við regni í støðum.

Hitin fer at liggja ímillum 7 og 8 stig

Týsdag:

Vestan um morgunin, sum gongur upp í norðan um middagsleitið; landnyrðingur seinnapartin. Lítilig eingin vindur á morgni, men veksandi spakuliga út á fyrrapartin. Um kvøldið eru 8 til 13 m/s. Eitt sindr meiri eftir midnátt.

Ælaveður, um kvøldið samregn ella vátakavi.

Hitin fer at minka úr 7 stigum niður í 3 stig.

Mikudag:

Landnyrðingur og landnyrðingur-norðan allan dagin. Vindurin veksur úr 10 til 15 m/s fyrrapartin upp í 15 til 20 m/s um kvøldið.

Regn ella vátakavi um náttina; kavaæl um dagin.

Hitin fer at minka úr 3 stigum niður í 1 stig.

Hósdag:

Norðan ella vesturhallur norðan allan dagin; um kvøldið vestan. Vindurin minkar um náttina og fyrrapartin. seinnapartin er vindferðin komin niður um 5 m/s.

Fyri tað mesta turt, men tó nøkur æl við kava í støðum.

Hitin fer at liggja ímillum 1 og 3 stig.

Fríggjadag:

Ættin fer at liggja ímillum sunnan og útsynning. Veksandi upp í 18 til 23 m/s fyrrapartin; seinnapartin eitt sindur minni, um 15 til 20 m/s.

Kavaæl um náttin, men so hvørt sum hitin fer uppeftir regnæl; um kvøldið regn.

Hitin fer at liggja ímillum 7 og 8 stig.

Leygardag:

Útsynningur. Vindurin minkandi úr 15 til 20 m/s á morgni niður í 13 til 18 m/s um kvøldið.

Fyri tað mesta turt, men tó nøkur æl við regni í støðum.

Hitin fer at liggja ímillum 7 og 8 stig.

Sunnudag:

Útnyrðingur-vestan. Vindurin fer fer at minka úr 10 til 15 m/s um morgunin niður í 8 til 13 m/s.

Løtur við regni, men eisini turt.

Hitin fer at liggja ímillum 7 og 8 stig.