Klaksvíkingurin Høgni Olsen lesur til tænara á Hotel & Restaurantskolen í Valby. Hann serveraði til stóra Michelin tiltaki á Ráðhúsinum í Keypmannahavn ígjárkvøldi. Norðlýsið fekk orðið á Høgna.
– Eg lesi til tænara á Hotel & Restaurantskolen í Valby. Beint nú gangi eg á einum grundforløbi, ið varar eitt hálvt ár. Eftir grundforløbi skal eg í læru á einari matstovu, upplýsir Høgni
Á grundforløbinum læra tænarar um borðuppdekkan, vín, ølbrygging, matgerð, servering, hvussu man tekur ímóti einum gesti, hvussu teir halda einum bakka vid gløsum og so framvegis, og alt hettar skullu teir so brúka og læra meira av tá teir skullu út í læru á einari matstovu.
Um tiltakið á ráðhúsinum kan eg siga, at tad var eitt stórt upplivilsi at sleppa at servera til. Tað var ikki frítt at man var eitt sindur nervøsur, tá man skuldi ganga runt har millum allar stjørnukokkarnar vid einum bakka vid 12 gløsum av sjampanju, men har er mín tanki altíð. at ein stjørnukokkur vid 3 Michelin stjørnum er ein akkurat líka vanligur gestur sum ein ið støkkur inn á gólvi á Cafe Frídu i Klaksvík. Men sum heild mennandi uppá allar mátar, sigur Høgni Olsen at enda við Norðlýsið





