Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Høgni Lisberg trínur á pall leygardagin á FríðuTónum

FríðuTónar

Maðurin sum fyrst bleiv kendur sum trummuspælarin hjá Clickhaze, hevur seinastu mongu árini útmerka seg á lokala- og heimspallinum sum einstaklingur. Hann hevur framúr rødd, og ein upplivir musikalitetin út í fingraspíssarnar. FríðuTónar hevur fingið Høgna Lisberg at spæla leygardagin 5. mars kl. 21.00.

Frá sínu fyrstu útgávu í 2003 “Most Beautiful Things” til sína nýggjastu útgávu í 2020 “Within a Man”, hevur  tónlistaleiðin verið áhaldandi og hevur hann allatíð flutt seg longri og longri inn í sínar djúpu tekstir. Hansara tekstir eru rørandi og viðgera stór evni, sum nema áhoyrarnar.

Høgni vann eina FMA sum ársins framleiðari, fyri sína nýggjastu útgávu “Within a Man”. Serliga hava løgini “Simple Man”, ”On Your Side” og ”Waiting For You” verið væl spæld í útvarpinum Hann hevur framleitt 8 solo útgávur – hvør betri enn onnur. Hansara løg hava ferðast víða um í heiminum, Høgni hevur verið at hoyrt í stórum festivalum kring heimin, í NBA telduspølum, US Open tennis, TVspots og MTV. Høgni eigur nakrar av bestu føroysku útgávunum. Løg sum “Haré Haré”, “Con Man” og “Call For a Revolution” eru rein meistaraverk, og báðar fyrstu útgávurnar “Morning Dew” og “Most Beautiful Things” vóru sera góðar útgávur.

Jens Marni Hansen trykkroyndi hølini seinasta fríggjadag, og nú verður tað so leirvíkingurin, sum trínur á pall leygarkvøldið fyri at geva okkum eitt hugnaligt kvøld á FríðuTónum.

Vit kunnu gleða okkum til eina intima tónleikauppliving í Biskupstorg, saman við Høgna Lisberg leygardagin 5. mars kl. 21.00

Atongumerkir kunnu keypast á https://frida.fo/events/fridatonar og kosta tey 150 kr.