Vit hava hugt eftir tølunum hjá Jóannes K. Danielsen síðani hann á sumri 2017 tók plássið sum høgri bakkur hjá KÍ.
Síðani Jóannes K. Danielsen, sum upprunaliga er álopskendur leikari, á sumri í 2017 tók plássið sum høgri bakkur í dysti móti EB/Streymi, so hevur hann sambært FaroeSoccer spælt 95 landskappingardystir, nærum allar sum høgri bakkur. Og hóast hann hevur verið bakkur, so hevur hann gjørt stóran mun í álopspartinum. Í hesum 95 dystunum sum høgri bakkur hevur hann skorað 9 mál og lagt upp til 24 mál. Hann hevur sostatt 33 málstig ella meir enn eitt málstig triðja hvønn dyst.
Í toppdystinum mikukvøldið skoraði 23 ára gamli Jóannes eitt mál og legði upp til hitt málið í 2-1 sigrinum á Víkingi.


