Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hol er sett á!

Tekst og myndir: Dávur Winther

Nú fingu tey úr at gera við at tøma bygningin hjá Kappróðrarfelagnum.

Kanjon hevur sett hol á ovaru hædd á bygningin fyri at kunna tøma allar tær tungu venjingarmaskinurnar út gjøgnum veggin.

Alt skal tømast úr bygninginum – enntá uppí leypar av steypum, felagið hevur vunnið gjøgnum árini.

Og til seinast skulu so eisini teir týggja bátanir yvir í nýggja neystið, har framtíðar tilhald teirra skal verða.

Síðani verður gamla neystið, sum vit kenna tað, tikið niður og steinseting og bygging annars av húsarhaldsskúlanum kann koma upp í umdreygningar.