Tingkvinnurnar, Óluva Klettskarð og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fegnast um, at tað nú er eydnast at fáa sett sjøtul á slóðbrótandi undirsjóarverkætlan.
Samgongan hevur sett 200 túsund krónur av at stuðla undir projektering av undirsjóarakvarium á Borðoyavík, ið Føroya Sjómannadagur fer undir í næstum.
Føroya Sjómannadagur er sjálvboðin felagsskapur, ið hevur tikið stig til mangar kreativar verkætlanir, og nú eru ætlanir um eina øðrvísi og nýhugsaða verkætlan á botni.
Tað verður øgiliga spennandi at kunna ganga niðri í sjónum og uppliva sjógvin og botnin, siga tær báðar, sum hava arbeitt fyri at fingið stuðul á fíggjarlógina fyri 2018.



