Rennibreytin hevur verið sera væl móttikin av norðoyingum, men av tí at arbeiðið ikki er gjørt heilt liðugt, og millum annað tí málini ikki eru fest enn, hava tey fokið í vindinum og gjørt hol á sjálva rennibreytina.
Ein facebook brúkari skrivar soleiðis:
“Rennibreytin er fantastisk og nógv fólk ganga og renna á breytini. Eitt suff herfrá, longu nú er hol komi á breytina tí málini sum standa á vøllinum eru farin á flog. Aftur i morgun er máli fari av vindinum. Hvør varðar av?”
Umframt málini, hava lesarar eisini vent sær til Norðlýsið og víst á, at graslíkið heldur ikki er fest nóg væl.




