Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hølini hjá Norðoya Røktarheimi eru nógv besta loysnin til rehabilitering

Tíðindaskriv

Vit í Norðoya Bú- og Heimatænastu bjóða Klaksvíkar Sjúkrahúsi hølini hjá Norðoya Røktarheimi at brúka til depil fyri rehabilitering ímóti einum rímiligum gjaldi, tí tey hølini eru nógvar ferðir betur egnaði og samanbundin við sjúkrahúsið, enn personalebygningurin, ið verður ein dýr loysn, sum allíkakavæl ongantíð verður líka góð.

Sum formaður í eldrasamstarvinum í Norðoyggjum, Norðoya Bú- og Heimatænasta, havi eg fyri stuttum verið á fundi við landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, og bjóðað fram hølini, har Norðoya Røktarheim í dag heldur til, til landið at yvirtaka og brúka til nýggja ætlaða depilin fyri rehabilitering.

 

Norðoya Røktarheim ogn hjá NBH

Tá ið Norðoya Røktarheim varð bygt í fyrru helvt av áttati árunum, varð tað fíggjað við, at kommunurnar í Norðoyggjum rindaðu 10% av kostnaðinum, og síðan rindaði pensiónsgrunnurin ein munandi part av samalaða kostnaðinum.

 

Í 2014 samtykti Føroya Løgting, at eldraøkið skuldi yvirtakast av kommununum, og tá varð eisini samtykt og beinleiðis felt inn í viðmerkingarnar til lógina, at allar ognir hjá landinum, sum vórðu brúktar til eldraøkið, skuldu fylgja við flytingini av málsøkinum og latast kommununum uttan nakað gjald.

 

Tí er eingin ivi um, at hølini hjá Norðoya Røktarheimi, sum er partur av eldraøkinum í Norðoyggjum, hoyra til eldrasamstarvið í Norðoyggjum og av røttum eru ogn hjá NBH, sum eisini brúka hølini í dag.

 

Nógv besta loysnin til rehabilitering

Hesi høli eru tíverri ikki tey best egnaðu til røktarheimsendamál, har búfólkunum meir tørvar at hava góða atgongd til uttanumøki o.s.fr., men sum partur av einum depli fyri rehabilitering á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru hølini hjá Norðoya Røktarheimi perfekt.

 

Í veruleikanum er høvuðsinngongdin inn í Klaksvíkar Sjúkrahús ígjøgnum hendan bygningin, sum longu nú frammanundan er væl samanbundin og integreraður við sjúkrahúsbygningin, hevur lyftu o.s.fr., so her er veruliga talan um ta best møguligu víðkanina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum finst í dag, og sum landið longu hevur tørv á við rehabiliteringsætlanini.

 

Hinvegin er personalebygningurin als ikki nøkur góð loysn til rehabiliteringsendamál, tí fyri tað fyrsta er hann ikki íbundin restina av sjúkrahúsinum, og fyri tað annað er innrættingin, støddin og standurin av hesum bygninginum ein heilt annar enn hølini hjá Norðoya Røktarheimi. Munurin á hesum báðum loysnunum er so stórur, at okkara fólkavaldu hava skyldu til at agera her.

 

Vit hava bjóðað landinum hølini

Við støði í hesum hava vit í Norðoya Bú- og Heimatænastu bjóðað landsstýrinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri eina fyri báðar partar rímiliga upphædd at fáa hølini hjá Norðoya Røktarheimi frá NBH at brúka til nevnda endamál hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum harvið fær ta best møguligu loysnina fyri víðkan – hon liggur púra klár framman fyri okkum at taka av.

 

Hendan loysnin er so púra greitt tann besta fyri allar partar, og tí bæði vóna vit og rokna við, at henda avtala fæst í lag millum okkum í NBH øðrumegin og landsstýrið og Klaksvíkar Sjúkrahús hinumegin – alt annað er óskynsamt.

 

Ætlan okkara í Norðoya Bú- og Heimatænastu er nevniliga – tá ið ein avtala er gjørd – at fara í gongd við at byggja eitt nýtt og væl egnað røktarheim, ið verður partur av einum nýggjum eldradepli við røktarheimsplássum, heimatænastu, eldraíbúðum og øllum tí, sum hoyrir til ein nútímans eldradepil.

 

Samstundis vil Klaksvíkar Sjúkrahús – og alt Føroya fólk – fáa tann best møguliga depilin fyri rehabilitering í teimum sera væl egnaðu hølunum hjá Norðoya Røktarheimi, sum longu er fult íbundin Klaksvíkar Sjúkrahús og bert tørva eina dagførda heildarumvæling – so eru tey klár til nýggja endamálið.

 

Eg havi ført hesi viðurskifti fram, eitt nú á landsfundi í Sambandsflokkinum farna vikuskifti og á ráðstevnu um eldraøkið í vikuni, og nú Norðlýsið skrivar um ætlan landsstýrisins at gera Klaksvíkar Sjúkrahús til miðdepil fyri rehabilitering, vil eg staðiliga heita á okkara fólkavaldu um at taka hetta mál til viðgerðar, so vit fáa tær bestu loysnirnar – bæði fyri rehabiliteringina, fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og fyri eldraøkið í Norðoyggjum.

 

Klaksvík, 16. mars 2022

 

Karl H. Johansen

Borgarstjóri og formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu