Fyri Tóru Steinarsdóttir Hansen og Martin Joensen verður 10-mannafarsróðurin í ár rættiliga sermerktur.
At tvey 10-mannafør frá KRF fara at kappast er rættiliga sermerkt og er ikki hent í nýggjari tíð. Men fyri tvey fólk verður róðurin enn sermerktari. Tí Tóra Steinarsdóttir Hansen og Martin Joensen eru par og hava verið saman í sjey ár. Tey komu saman gjøgnum kappróðurin og hava verið partur av ymiskum bátum, tó ongantíð við sama báti og ongantíð í somu bátastødd. Síðstu trý árini hevur Tóra stýrt manningini, sum í ár rør við Nólsoyar Páll, men sum síðstu árini hevur róð við m.a. Nevinum Reyða (FM 2023) og Páll Fanga (FM 2022). Meðan Martin hevur róð m.a. við Klaksvíkingi, sum hevur vunnið FM trý ár á rað.
Hon við Nólsoyar Páll og hann við Klaksvíkingi
Men í 2024 bresta tey saman sum kappingarneytar. Og tí er heilt vist, at bæði fara ikki at vinna FM eins og í 2023 og 2022. Tóra stýrir Nólsoyar Páll og Martin situr á lærinum á Klaksvíkingi.
– Hetta er ein serlig støða, men vit hava vitað av hesum í nøkur ár, tí tað hevur allatíðina ligið í kortunum hjá okkum, tá vit róðu við Nevinum Reyða og Páll Fanga, at vit skuldu upp í 10-mannaførini at royna okkum. Vit hava ikki hugsað so nógv um tað, men tað eru kanska meira fólkini rundanum, sum tosa um tað. Vit taka tað sum tað kemur. Tann sum vinnur, hann vinnur, og so er tað liðugt, sigur Tóra Steinarsdóttir Hansen við Norðlýsið.
Ov nógv at hugsa um á startinum
Tá vit spyrja, hvussu tað verður at fara at liggja á startinum sum kappingarneytar, so eru tey samd.
– Vit royndu tað til ódnartøkini, og í tí støðuni er tað sum til ein púra vanligan róður, har man hugsar um sína egnu manning. Á startinum hevur man so nógv onnur ting at hugsa um, so tankarnir eru sum til ein vanligan róður, siga bæði Tóra og Martin.
Taparin avger
Tað verður minni tosað um, hvussu gongur undir venjing hjá hvørjum øðrum nú enn áður.
– Tað er rættiliga sermerkt. Vit hava altíð tosað nógv um kappróður, men í ár er tað kanska eitt sindur minni á summum økjum. Vit tosa ikki so nógv um, hvussu gongur hjá hvørjum øðrum, tí vit skulu jú kappast, sigur Martin.
Eftir róðurin verður tað í minsta lagi annar av teimum, sum hevur tapt. Hvussu verður tað at møtast aftur eftir róðurin?
– Har hava vit avtalað, at tann sum tapur kemur yvir til tann, sum vinnur, og kemur tá viðkomandi er klárur, siga Tóra og Martin við einum smíli av enda við Norðlýsið.
Eftir skránni rógva 10-mannaførini leygardagin kl. 17.20.


