Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondlesing í Leikalund

Oliver Joensen

Nú ber til at fáa nakað at vita um framtíðina hjá einum sjálvum. Leygardagin og sunnudagin verður hondlesarin Marita í Leikalund.

Í samband við at Norðoyatunnulin verður tikin í nýtslu , skipar Leikalund fyri einum heldur øðrvísi tiltaki um vikuskiftið.
    Leygardagin og sunnudagin verður høvið hjá fólki at uppliva hondlesaran Maritu í handlinum. Marita hevur virkað sum hondlesari í Danmark í nógv ár, men hevur hesu seinasti árini eisini vitjað í Føroyum. Her hevur hon givið fólki møguleikan at fáa innlit í henda aldargamla vísdóm við at lesa hendur teirra.
    Marita er kend frá  sjónvarpinum og fólk, sum hava verið hjá henni siga, at hon er ómetaliga beinrakin í síni útsøgn. og fortelur fólki nógv, um  teirra fortíð og nútíð. Samstundis veitir hon eisini fólki stuðul og vegleiðing í spurningum, sum hava við framtíðina at gera. 
     Marita er at hitta í Leikalund leygarmorgunin frá klokkan 10.00 og sunnudagin frá klokkan 14.00. Til ber at tryggja tær pláss hjá Føroya einasta hondlesara við at bílegg tíð longu nú. Vit gera vart við at hondlesingin verður roknað sum ein smakkroynd og hvør lesing varðar í uml. 12 minuttir. Kostnaður 250,-