Nú verður byrjað uppá hornaskýlið, sum fer at gera, at leikvøllurin við Djúpumýrar fer at lúka krøvini um áskoðarapláss til altjóða dystir.
Býráðið hevur játtað pengarnar – meðan FSF/UEFA eisini er ein góður viðspælari við fíggingini – sum skulu til og sum skilst fer arbeiðið í gongd í summar. Tað verður tó ikki liðugt til altjóða dystirnar í summar, men er gongd í málinum, so fæst undantaksloyvið frá UEFA. Hornaskýlið er tann parturin sum restar í á eystaru síðu móti nýggja vøllinum. Her verða vesir og áleið 180 sitipláss. Tað ger, at áskoðaraplássini koma uppum 1500, ið er krav til altjóða dystir.
Sambært góðum keldum, so fer U21-landsliðið at spæla sínar heimadystir komandi árini í Klaksvík og eisini væntast, at partur av EM-endaspælinum nhjá gentum í 2025 verðir hildin í Klaksvík. Í summar fer Víkingur eisini at spæla sín heimadyst (ella heimadystir) í Klaksvík.
Næsta byggistig við Djúpumýrar verður helst at fáa tak yvir mongu áskoðaraplássini á eystaru síðu og har hevur verið tosað um 2024 ella 2025, men hetta er ikki komið uppá pláss enn.




