Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hósdagsskráin

Tekst og myndir: Dávur Winther

Ein spennandi Torradagur stendur fyri framman! Kunna teg um skránna niðanfyri – onkrar broytingar eru, tíverri!

Hósdagur 24. februar 2022

kl. 10.00
Betesda – Torrakafé
Osmund Justinussen, skipari og reiðari um sjólív sítt og útróðrarsøgur úr Leirvík

Vitin syngur og spælir – eisini verður felagssangur á skrá

Boðið verður til kaffi, te og góðar Torrakakur.

 
kl. 12.00 – 18.00
Café Gloria
Leir-Kafé á Café Gloria

 
kl. 12.00 – 20.00
Fríða
Laksaburgari við heimagjørdum bolla og lime dressingi

Croissantur við toskasalat

Salat við marineraðum rækjum

kl. 13.00 – 18.00
Norðoya Fornminnasavn
Myndaframsýning í Miðstovuni

Nógvar áhugaverdar myndir, sum tú kanska kann seta onkur nøvn á?

 
Kl. 13.00 – 17.30
Blákrossbúðin

á Klaksvíksvegi 63 – Hevur eisini opið
 
kl. 14.00 – 17.00
Gamla Seglhúsið
Framsýning við ymiskum listaverkum av m.ø. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.

 
kl. 16.00
Smæran – Árni Dahl hevur tíverri fingið forfall, og er hetta tiltakið tíverri tikið av skrá!
“Brúður í Roskilde dómkirkju” – Árni Dahl

lívssøguna hjá Jóhonnu Poulinu Klein, sum var fødd í Klaksvík í 1890 og doyði í Roskilde í 1993 – júst fylt 103 ár

 
kl. 16.00
Smæran
Framsýning “Samferðsla til og úr Kalsoynni”

 
Kl. 16.00 – 18.00
Dragin
Opið skip umborð á Draganum

Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum – Kokkurin bjóðar kaffi!

kl. 17.00
Finastøðin – Stangavegur 23
Framløga um Norðsøka, tíðina hann var á Eiði – Óluva Nolsøe Djurhuus

 stuttur kaffisteðgur


kl. 17.30
Finastøðin – Stangavegur 23
Tænti í Ónagerði og búsettist í Oregon – Magni Arge

Sunnuva Margretha Henriksen fødd í 1849 fór til Amerika og giftist har, og síðani frættist onki frá henni. 

Kaffi og prát aftaná

 
Kl. 18.30 – 21.00
Blákrossbúðin á Klaksvíksvegi 63
Opið hús, har vit eisini bjóða kaffi
 
kl. 18.30
Svimjihøllin
Saunagos

Við náttúruoljum í ovninum, sum eru góðar fyri likam og sál – Tekna teg á kid.fo

 
kl. 19.00
Café Gloria
Sjavskapping á Café Gloriu

 
kl. 19.30
Gamla Miðhøllin á Skúlatrøð
Samhandil við Rusland – Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Heri Joensen frá Lóður og Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum.  Greitt verður frá m.a. áhugaverdari kanning. Føroyar útflyta til Russlands fyri kr. 2,2 mia av fiskavørum.

 
kl. 20.00 – 22.00
Skálin
Hugnaløta við sangi, frásøgum og dansi – Klaksvíkar Dansifelag

 
kl. 22.00
Atlantis
Moonfall: Tá ið forsetin í NASA og fyrrverandi rúmdarfararin Jo Fowler (Halle Berry) gerst varug við, at mánin innan stutta tíð verður settur av kós, og harvið førir við sær, at jørðin og øll mannaættin verða løgd í oyði, tekur hon eina óvanliga avgerð