Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hotellverkætlanin hótt

Jóhann Lützen

Klaksvíkar Kommuna hevur rakt skuldarloftið og kann tí ikki læna pengar uttan at spyrja Fíggjarmálaráðið eftir í hvørjum einstøkum føri. Heldur enn at læna vil kommunan játta pengarnar í seinni fíggjarárum, og loysnin tykist vera at lata tey, ið byggja skulu, leggja peningin út fyrst, og síðani skal kommunan gjalda teimum hann aftur í komandi fíggjarárum. Men tað er ivasamt, um tað ber til.

Í Degi og viku mánakvøldið varð sagt, at fíggingarleisturin, sum Klaksvíkar Kommuna sær fyri sær við at lata onnur leggja út fyri seg og síðani at gjalda tað aftur seinni, minnir nógv um eitt lán. Og minnir tað so nógv um eitt lán, at tað er at meta sum eitt lán, so hevur kommunan ikki lógarheimild til tað. Stóri trupulleikin er tann, at Klaksvíkar Kommuna skyldar meira enn eina álíkning, og tað avmarkar møguleikarnar hjá kommununi nógv.

Fimm milliónir skulu sambært kommununi og Degi og viku brúkast til at gera økið byggibúgvið, og so skulu umleið 14 milliónir afturat brúkast til m.a. eina kanal – tilsamans 19,2 milliónir. Hetta síðsta metir kommunan kunna gerast seinni, meðan tey, ið ætla at byggja hotellið, Sp/f 21. oktober 2022, vilja hava alt gjørt samstundis og hava boðið sær til at leggja peningin út fyri kommununa. Verður tað tulkað sum tað sama sum eitt lán, hevur kommunan ikki loyvi til tað uttan góðkenning frá Landsstýrinum.

Karl Johansen, borgarstjóri, segði við Dag og viku, at kommunan sjálvandi ikki fer at gera nakað ólógligt og at tað sjálvsagt skal vendast við Fíggjarmálaráðið fyrst. Haðani skal grønt ljós so fáast, sum borgarstjórin orðaði tað. 

Men so er stóri spurningurin: Hvat hendir, um Fíggjarmálaráðið sigur nei?

 

Leinki til innslag í Degi og viku