Í morgin er serstakt og forkunnugt høvi at uppliva tveir av okkara fremstu tónleikarum undir øðrvísi umstøðum, tá Hans Andrias og Hallur fara at tulka og framføra sangir hjá hvørjum øðrum.
Seinastu dagarnar hava sjáldsamir tónar verið at hoyrt úr venjingarhølunum í Dávavirkinum.
Countrykongurin Hallur Joensen hevur vant sangir hjá Hans Andriasi Jacobsen og øvugt, alt fyri at geva áhoyrarunum eina øðrvísi konsertuppliving sunnudagin á Norðurljósi.
Konsertin verður í Atlantis kl.16 og atgongumerki finnast á www.atgongumerki.fo”





