Í dag frættist, at onki pláss var fyri bløðunum hjá Sosialinum og Dimmalætting í flogfarinum, og tey lógu tí eftir í Kastrup. Posta liggur stilt um vikuskiftið, so haldararnir kunnu ikki vænta at fáa bløðini í postkassan fyrrenn mánadagin 14. februar.
Undantakið er tó haldarar við postboks í Havn; teir fáa bløðini seint í kvøld, eftir at flogfarið hjá Atlantic er lent kl. 19:10. Høvuðsstaðarbløðini siga í felags tíðindaskrivi, at til ber fyri tey, ið hava tann møguleikan, at lesa bløðini á internetinum, men tað er so bara galdandi fyri haldarar, stendur í tíðindaskrivinum.
Orsøkin verður søgd at vera, at nú í vetrarsesongini flýgur bara eitt flogfar um dagin til Føroya. Herfyri blivu coronaavmarkingarnar avtiknar í Føroyum og Danmark, og flogførini eru at kalla á tremur við fólki. Væntast kann ikki, at hetta kemur í rættlag fyrrenn seinni í hesum mánaðinum ella í mars, t.v.s. at kapasiteturin verður øktur. So hesin trupulleikin kann endurtaka seg.
Í dag er tað bara Norðlýsið av tíðindabløðunum, ið framvegis verður prentað í Føroyum.




