Eftir nógvar umbønir hevur Hans Andrias Jacobsen lagt lagið Haze út á youtube
Fyri tíð síðan gav Hans Andrias Jacobsen fløguna Vision út. Eitt av løgunum er Haze, ið er sera vælumtókt, ja so vælumtókt millum fjepparar, at teir hava lagt trýst á, fyri at fáa tað út á youtube.
Hans Andrias legði lagið út í gjár.
Hoyrið vøkru røddina og deiligu tónarnar niðanfyri.



