Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

HOYR á Bókasavninum

klaksvik.fo

Í kvøld var framløga um verkætlan kring Tinnitus á Klaksvíkar Bókasavni

Borgarstjórin, Karl Johansen, fekk í kvøld høvi til at bjóða vælkomin, tá úrslitini frá einari spennandi verkætlan varð løgd fram á bókasavninum. Talan var um eina royndarverkætlan millum felagið HOYR og Náttúrterapi, har kannað hevur verið, um náttúrterapi kann virka sum ein linnan ímóti tinnitus.

Ása Olsen, forkvinna í HOYR, greiddi stutt frá endamálinum við verkætlanini og síðan sang Elin Brimheim Heinesen, við síni vøkru rødd, kendar sangir, har nevnast kann Sjeikurin, Eitt dýpi av dýrari tíð og Landið handan stjørnurnar, sum er ein sangur hon yrkti ein part av, sum bert 12 ára gomul. 

Róa Midjord og Jensia Brodersen, sum hava staðið fyri verkætlanini søgdu m.a., at úrslitini tala fyri, at náttúran, har fólk kenna seg trygg, og róliga kunnu sansa umhvørvið, kann flyta fokus frá tinnitus órógvinum.

Eisini vísti kanningin greitt, at tørvur er á einum felagsskapi fyri tey, ið stríðast við tinnitus, tí sum við nógvum øðrum heilsuligum avbjóðingum, so er tað lættast at tosa við ein, ið er í líkandi støðu. Tí endaði forkvinnan í HOYR eisini við at siga, at hon vónaði at samstarvið kundi halda áfram, soleiðis at enn fleiri kunnu fáa gagn av hesum tilboði.