Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hug at rógva í Keypmannahavn?

Tíðindaskriv

Føroyskir útisetar hava høvi at rógva í nýggjum føroyskum seksmannafari í danska høvuđsstađnum.

At røra seg er besti heilivágur. Føroyskur kappróður niðri er bólkaður í dreingir, gentur, menn, kvinnur, veteranmenn og veterankvinnur.

Fimm árligar stevnur eru og tær fyrstu tvær eru Nordhavns Regatta tann 18. mai og Odense Regatta tann 25. mai. Hinar stevnurnar eru í Ishøj, í Hvidovre og í Sorø.

Felagið Tvørabáturin liggur í Norðhavnini í Keypmannahavn tey eiga neyst, kajakkir, trý seksmannafør, eitt tíggjumannafar og maskinbátin Tusk. Øll eru vælkomin at venja seriøst ella til stuttleika.

www.tvorabaturin.dk

Áhugað kunnu venda sær til Edmund á mobil +45 5216 6659