Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hug til okkurt leskiligt til døgurða?

skulatrod.fo

7. flokkur hevði í farnu viku køk, har tey gjørdu ein góðan døgurðarætt, sum er lættur at gera. Malið kjøt við eplamorli. Um vit skulu trúgva næmingunum, so smakkaði tað væl. Eftir eina lítla løtu vóru øll íløtini tóm.

Um tú hevur hug at royna, so er uppskriftin úr Góðaráð, og hon er eisini her:

1 kg av malnum kjøti
25 g av margarini
2 leykir
1 tesk. av salti
½ tesk. av pipari
1 tesk. kryddarísalti
1½ dl av tomatketjupi
eplamorl

1. Smelta margarinið í eini grýtu.
2. Sker leykirnar smátt og koyr teir í grýtuna saman við malna kjøtinum at brúnka í fimm minuttir.
3. Koyr síðani saltið, piparið, kryddarísaltið og ketjupið í og lat tað koma upp á kók aftur.
4. Smyr eitt eldfast fat, koyr tað, sum er í grýtuni, í og legg eplamorlið omanyvir.
5. Hita ovnin til 180* og set tað niðurlaga í ovnin í 20 minuttir.

Dekka eitt hugnaligt borð, ímeðan tú bíðar, og bjóða kanska onkrum at eta saman við tær.

MINST TIL: SPYR MAMMU ELLA BABBA UM LOYVI AT MATGERA.

Njót matin og vælgagnist!

Harleyfacadeacryl