Í kvøld kundi eg ikki lata vera við at taka nakrar myndir av bátum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, ið vandu út og inn eftir Vágni.
Í eini stuttari viðmerking sigur forkvinnan í Róðrarfelagnum Sonja Kjølbro at felagið hevur fingið so góðar umstøður, sum tey bert kundu droyma um. Alt koyrir sum tað skal, tað er líka sjálvur bátadrátturin, ið bleiv nakað brættur, hann eru menn í ferð við at gera betur. Men álvaratos, vit eru so sera væl nøgd í felagnum við umstøðurnar, ikki minst tí at ungdómurin í Klaksvík hevur tikið nýggja róðrarneystið tætt til sín. Her er sera nógv virksemi, ljós er ikki 24 tímar um samdøgrið. Frá klokkan 01 og til 06 er vanliga myrkt, men mest sum allar hinar tímarnar av samdøgrinum er lív í húsinum.
Bátarnir eru sera væl mannaðir. Vit fara at hava um 10-11 manningar til kappingarnar í ár og tað haldi eg er met hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Fleiri av manningunum frá í fjør halda fram í ár, so lítið er at ivast í at vit fara at vera eitt gott boð upp á vinnarar í ár, sigur Sonja Kjølbro at enda.


















