Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hugkveikjandi mattiltøk við Claus Meyer fríggjadagin, 4.oktobur, í Klaksvík

Jóhann Lützen

Í ár eru 50 ár liðin síðani Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn, og somuleiðis eru 20 ár liðin síðani kokkar úr ymiskum norðurlondum orðaðu og undirskrivaði eitt manifest (visjón) um norðurlendsku matmentanina, sum í stóran mun birti í vaksandi áhugan og virðingina fyri staðbundnu rávørunum, sum vit síggja í Føroyum í dag

 

Matkovin og Húsarhaldsskúlin ynskja at fagna týdningarmikla matarbeiðið, og tí skipa vit fyri tveimum íblástrartiltøkum við danska kokkinum og matslóðaranum, Claus Meyer, 4.oktobur í Klaksvík:

Frá 9.30 til 12.00 í Varpinum: Íblástrartiltak um burðardygga matgerð fyri starvsfólk í almennum og privatum stórkøkum

Frá 13.00-15.00 á Skúlatrøð: Fyrilestur og kjak um norðurlendsku matmentanina

Møguleiki er at luttaka allan dagin, tó er neyðugt at tekna seg til bæði tiltøkini fyri seg á atgongumerki.fo, tí plássið er avmarkað. Luttøka til fyrra tiltakið kostar 250,- og fevnir um fyrilestur og staðbundnan miðmála, meðan seinna tiltakið er uttan luttøkugjald. Koma tit frá stovni og hava tørv á at gjalda við rokning, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á hey@matkovin.fo ella hsf@hhs.fo