Hjálagt leggi eg tríggjar myndir út frá Skúvadalstúri, sum eg og Átni Elttør gjørdu í gjár, sunnudagin.
Tá ið ein nú situr og hyggur at myndum frá túrinum, so er hugaligt at síggja vakra landslagið og ikki minst gróðurin.
Hyggur tú at tveimum teim fyrstu myndunum, so eru tær av hólmanum úti á vatninum í Skúvadali. Hólmurin er lítið meira enn 10 metrar frá landinum úti á vatninum. Hyggur tú síðani at seinastu myndini, sum er frá lendinum innanfyri hólman, so varnast tú munin á gróðrinum. Á hólmanum er valla pláss fyri einum stráið aftur at tí sum longu grør har, ímeðan “inni á landi”, sum seinasta myndin ber boð um, er sera smátt við gróðuri.
Eg dugi í øllum førum ikki at síggja aðrar orsøkir til munin enn at seyðurin hevur atgongd til bakkan inni á landi, í meðan náttúran nærum einsamøll hevur ræði á gróðrinum úti á hólmanum í Skúvadali.
Áttu vit ikki at verið dúgligari til at loyvt uppruna gróðrinum umstøður. Ivist ikki í at pláss hevði verið bæði fyri seyði og spennandi gróðri í haganum.




