Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hugnalig fráfaringarløta

skulatrod.fo

Fríggjadagin var skipað fyri hugnaligari fráfaringarløtu fyri Símin Peturi Hjelm, 1. varaskúlastjóra, sum nú fer frá eftir drúgva og trúgva tænastu við fólkaskúlan í Klaksvík – bæði í Skúlanum við Ósánna og nú á Skúlatrøð.

Símin Petur Hjelm byrjaði sum lærari í Skúlanum við Ósánna í 1981. Níggju ár seinni, í 1990, varð hann settur sum virkandi skúlastjóri fyri Alex Sólstein til hann í 1996 varð endaliga settur í starvið. Seinastu 6 árini hevur hann verið 1. varaskúlastjóri í samanlagda skúlanum á Skúlatrøð.

Fleiri røður vóru hildnar og vakur sangur var frá eldra skúlaskórinum og starvsfólkakórinum, sum eisini sungu saman. 

Starvsfólk á Skúlatrøð takka Símin Peturi, Pidda, hjartaliga fyri gott samstarv og ynskja honum og hansara alt tað besta.