Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaløturnar byrja aftur

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 16. januar klokkan 15 verður aftur hugnaløta í Christianskirkjuni. Hesaferð hugleiðir Tummas Lykke Kannuberg, prestur

 

Tummas er ættaður úr Leirvík og er prestur í Nes prestagjaldi. Undir lesnaði sínum skrivaði hann høvuðsritgerð um krossferðirnar, sum hann eisini hevur greitt frá í eini útvarpssamrøðu í Kringvarpinum. Hóast evnið kanska ikki endiliga ljóðar so hugnaligt, fer hann at hugleiða um tað fríggjadagin.

Á hugnaløtuni er eisini felagssangur og andakt, og vit fáa ein góðan drekkkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin!