Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hugni, Smæran og Sangfuglarnir í Rótini

Jógvan við Keldu og Dávur Winther

Í gjár vitjaði Dementskórið “SANGFUGLARNIR” Klaksvík, við eini innbodnari konsert í húsarhaldsskúlanum “Rótin”.

Karmarnir vóru rúmligir, spennandi og luttakararnir fyltu hølið við hugna.

Hetta kom í lag í samband við, at Maria Olsen, forkvinna í “Pensjónistafelagið Hugni”, sum samskipari setti seg í samband við kórið. Eisini høvdu Unn Østerø og Rúna Josephsen, sum eru leiðarar av Dagtilhaldinum “Sóljan”, spurt okkum fyrr.

Hesir stovnar tóku lógvatak og dagurin var lagdur tilrættis við Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra í húsarhaldsskúlaum “Rótin”.

Skráin: Jóhanna beyð vælkomið og greiddi frá skúlanum frá byrjan og ta longu leið til ídag.

– “Sangfuglarnir” sungu einar sjey sangir, øll sungu síðani felagssangin “Føgur er foldin”. Sum vanligt er í “Pensjónistafelagi Hugni”, so endaði Maria við eini andakt. Eftir hetta var skúlin vístur fram.

“Sangfuglarnir” hava sungið stívliga í 6 ár.  Stjórnandi eru Jógvan Dahl, Jógvan við Keldu og pianistur er Pætur við Keldu.  Kórið er frá Havnini, Sandoynni, Sundalagnum og Eysturoynni. – Kórið venur einferð um mánaðin í Vesturkirkjuni.  

Øll hesi árini hevur kórið havt einar 5-7 konsertir árliga ymsastaðni í Føroyum! Eisini hevur kórið havt høvi at vera í KVF.

Ein stak hugnalig og gevandi løta