Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugskotið var ov gott

John William Joensen

– Hóast Kaupthing var við til at testa “íløguspælið” so fekk spæli nógv størri undirtøku enn nakar roknaði við, verður sagt frá Knassum

– Vit eru eitt sindir skuffaðir yvir útmeldingina frá Kaupthing og Sosialinum, tí hóast tað eru vit, sum hava ment skipanina, so vóru baðir partarnir við til at testa hana.

– Eingin av okkum hevði tó roknað við at spælið fór at fáa tað undirtøku, sum tað fekk, og tá heili 1800 brúkarar vóru inni á skipanini gjørdust smærri feilir til stórarar trupuleikar.

– Vit arbeiddu tó við at loysa trupuleikan – men vilji var ikki til at gera enn eina roynd.

– Vit hava ikki hug til at gera fleiri viðmerkingar í løtuni, men fara at umhugsað hvat best er at gera, var sagt í stuttari viðmerking frá Knassum í kvøld – sum undirstrikað at sjálvt teir bestu kunnu gera feilir.