Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hurra!!! – til KÍ – Hatta var stórt

Oliver Joensen

Vit umborð á Norðborg hava sitið sum á nálum og fylgt við tykkara einastandandi og óhoyrda avrikið í Havn í dag. Vit eru á veg til Íslands á fiskimiðini har. At hoyra útvarpsmannin á FM1 var einki minni enn íslendskar geysir, eldgos og jarðskjálvti. Tit gjørdu tað ómøguliga – Hjartaliga tillukku og góðan byr frameftir, vit gleða okkum longu til næstu ferð.