Leigari á Biskupstorgi sigur við Norðlýsið, at leigan er hækkað 955 krónur bara seinasta árið
Tað er Bústaðir sum umsta leigubústaðirnar á Biskupstorgi.
Bústaðir boðaðu leigarunum frá ígjár, at húsaleigan hækkar tann 1. juli 2024. Leigan er hækkað fýra ferðir seinastu fimm árini.
Bústaðir grundgevur soleiðis fyri hækkingini í húsaleiguni: “Hækkingin í húsaleiguni er sum meginregla grundað á broytingina í brúkaraprístalinum seinastu trý árini.”
Sum myndirnar vísa niðanfyri er hækkingin næstan 10% seinasta árið hjá leigara.






