Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húsamiður og bygningssnikkari

Eysturlon

Vit søkja eftir húsasmiði og bygnings-snikkari

Orsaka av nógvum virksemi, søkja vit eftir húsasmiði og bygnings-snikkara, sum leggur dent á at gera eitt dygdargott handverk, og sum hevur ein jaligan hugburð.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði, bæði innan smærri og størri verkætlanir, innan nýmótans bygningsverk og gamalt føroyskt handverk.

Tað er týdningarmikið fyri okkum at hava góðan trivna á arbeiðsplássinum og at gera eitt dygdargott handverk í tryggum og mennandi umhvørvi.

Løn sambart avtalu.

Um tú ynskir at vita meira um okkum, ert tú vælkomin at fara inn á heimasíðu okkara www.eysturlon.fo ella ringja til Jógvan Hans Østerø tlf. 284256.