Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húsarhaldsposarnir í Klaksvík heintaðir í morgin

Jóhann Lützen

Allir húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir hósdag, verða í páskavikuni heintaðir mikudagin, 8. apríl, boðar IRF frá

IRF boðar frá broytingum í innsavningini í meginøginum í páskavikuni, herundir Klaksvík og Norðoyggjar. 

Vit mæla framvegis til, at tit fylgja tilmælunum niðanfyri:

  • Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
  • Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.
  • Hugsið um hondreinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
  • Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
  • Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.