Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húsið og Dávavirkið eru well!

Jóhanna Magnusardóttir – praktikantur

Hetta er ikki eitt og hvørt hús – hetta er Húsið.

Húsið er ungdómshúsið í Klaksvík, har ung og børn møtast hvønn dag. Um dagin, frá klokkan 15.00 – 18.00, eru børnini frá 3.-7.flokk, og um kvøldarnar, 18.30 – 22.00 eru tey ungu frá 7. flokki til umleið 18 ára aldur.

Fyrsta tú bítur merki í, tá tú kemur inn í virkishúsið við Klaksvíksvegin er kreativa innrættingin. Veggirnir eru svartir, og bæði fløgur og spennandi myndir hanga á vegginum. Eisini hongur ein sera stuttlig lampa, ið oftast verður nýtt at kanna eyguni, á vegginum! Tónleikurin koyrir eisini í full drøn allatíð. Her verður spælt alt slag av tónleiki frá heavy til gospel og góðan føroyskan tónleik, og hetta vísir eisini, hvussu ymisk fólkini her eru.

Heimsins besta arbeiði!

Eg havi tikið mær eitt prát við Beintu Gregersen, ið er leiðari í Húsinum. Beinta sigur, at hetta er heimsins besta arbeiði, hon hevði viljað, at øll høvdu kunnað fingið eitt sovorðið arbeiði. Í løtuni arbeiða fýra fólk í Húsinum, og ein praktikantur verður eisini fram til 1. novembur. Hesin eitur Barry Sode og er ljóðprodusari úr Danmark. Barry er í gongd við at innrætta eitt studio á loftinum, og tá hetta er liðugt, fer hann at læra tey í Húsinum, hvussu eitt ljóðstudio skal nýtast. Nýggjasta fasta arbeisfólkið í Húsinum er Bjørt Lind Joensen, ið akkurát er byrjað. Hon er gamal dansari og kann tískil læra tey í Húsinum at dansa. Eisini dámar henni væl at gera hár, sminka og alt sovorðið sum kanska serliga tær yngru genturnar tíma at fáast við. Eg vil nýta høvið at ynskja teimum báðum góða eydnu í Húsinum!

Hvat gera tey?
Í Húsinum fáast tey við nógv ymiskt. Her kann nevnast: hockey, borðfótbóltur, borðtennis og playstation. Eisini hava tey ofta okkurt spennandi um kvøldarnar og í vikuskiftunum. Fyrr í ár høvdu tey eina gallaveitslu fyri limirnar, har øll vóru ílatin til galla, og reyði leyparin varð rullaður út. Eldru dreingirnir høvdu eisini bygt eina barr, har tey seldu smothies. Tað kemur eisini meir enn so fyri, at tey halda video-marathon og hyggja at filmi alla náttina. Tá hava luttakararnir soviposa við, og síðani koyrir sjónvarpið alla náttina. Inn í millum hava tey konsertir og hava havt rættiliga nógv av teimum føroysku nøvnunum, ið eru nógv frammi í dag. Sum Beinta sjálv sigur: “You name it, vit hava havt tað.” Av meira seriøsum tiltøkum kann nevnast, at tey hava havt onkrar fyrilestrar, millum annað pastorin úr Getsemane, ið fortaldi teimum, hvat Getsemane veruliga er, onkran misbrúkara, ið greiddi frá um misbrúk av stoffum og alkoholi, og mammuna at eini handikappaðari gentu, ið tosaði um, hvussu tað er at liva við handikappi, og at vera avvarðandi. Hetta dámdi teimum eisini sera væl, og øll sótu sum við andakt og lurtaðu. Beinta sigur eisini, at tey arbeiða sera impulsivt. Tey fáa okkurt hugskot og vita so, um tað ber til at gjøgnumføra tað, tískil gera tey allatíð tað, sum tey hava hug at gera.

Happing og trivnaður
Tá nógv børn og ung eru savnað saman, er vandi fyri happing, men Beinta sigur, at tí er ikki so nógv av í Húsinum, men hon leggur eisini aftrat, at ofta er happing so duld, at tey vaksnu ikki síggja tað. Sjálvandi hevur okkurt smávegis verið, men gjøgnum tað hálvtannað árið, sum Húsið hevur verið opið, hava bara verið einar tvær hendingar, har foreldur hava verið blandað uppí, og tað er ikki so nógv, tá hugsað verður um, at so nógv børn og ung eru savnað. Beinta leggur eisini aftrat, at orðið happing verður ikki nevnt í Húsinum. Beinta heldur, at við at blása tað upp og allatíð tosa um happing, verður happingin verri. Sjálvandi skal prátast um tað, og talað verður eisini at, um onkur er ljótur við ein annan. Tey hava eisini havt onkur positiv tiltøk ímóti happing. Ungu sjónleikararnir í MáF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) vóru og vitjaðu og lærdu tey um forumteatur, ið er sjónleikur, ið skal steðgast, tá áskoðararnir halda, at persónarnir gera okkurt skeivt. Ung í MáF spældu leikir um at onkur varð happaður, og so skuldu áskoðararnir steðga teimum og upp á pallin at spæla, sum tey hildu, at tað átti at vera. Haraftrat er Húsið royk – og rúsfrítt.


“Stovnarin” av Dávavirkinum um Dávavirkið

Tá eg spyrji Beintu um Dávavirkið, koma stjørnur í eyguni á henni. Hon sigur, at hon er so takksom fyri, at Klaksvíkar Kommuna játtaði pengar til Dávavirkið. Dávavirkið hevur gjøgnum árini verið nýtt til ymiskt, men nú er tað fylt við tónleiki og tónleikarum sum venjingarhøli. Tað hevur tikið sína tíð, men nú stendur tað her. Hon heldur eisini, at tað vísir stórt álit á Húsið, og tað virksemi tey hava har, at kommunan spýtir so nógvar pengar í Dávavirkið. Átta venjingarhølir eru í Dávavirkinum, og hvørt rúm er sponsorerað av onkrari fyritøku, sum hevur latið bassforsterkara, trummusett og sanganlegg til rúmið. Áhugin fyri at venja tónleik er størri enn Beinta hevði væntað, og hetta er hon ómetaliga glað fyri. Hon hevði vóna, at øll rúmini fóru at verða nýtt, men sum nú er, eru 21 bólkar, ið venja har, og hetta eru bæði royndir og óroyndir bólkar.

Nýtarir av Dávavirkinum um Dávavirkið

Nú hava vit fingið søguna um Dávavirkið frá “stovnarinum”, men hvat halda tey, ið nýta tað? Eg havi práta við fýra ung fólk, Monica (sang), Poulina (sang), Rasmus (guitar) og Noel (trummur), ið hava ein nýstovnaðan bólk, og so eisini Rógva úr bólkinum 25 Oyra. Tey eru øll samd um, at Dávavirkið er genialt! Rógvi og bólkurin 25 Oyra, ið longu, hóast teirra unga aldur, eru royndir hava spælt á bæði Asfalt og Summarfestivalinum. Bólkurin hjá hinum fýra er ikki komin har til enn, men eg vænti mær nógv av teimum. Tey hava tó ikki funnið eitt navn til bólkin enn, men skriva bæði løg og tekstir sjálvi.

Meðan vit soleiðis sita á Dávavirkinum og práta, hoyra vit trummularm, her er allatíð futtur í. Tey fýra úr tí-ónevnda-bólkinum fortelja tó, at tað ikki er so sosialt í Dávavirkinum, tey koma, venja og fara avstað aftur, men tó kemur tað fyri, at tey fara inn til aðrar bólkar at lurta. Hava tey brúk fyri tí, so hjálpa hini teimum eisini, um okkurt er galið við leidningum og tílíkum, men spælið mugu tey klára sjálvi, forklára tey. Virkishúsið er tað sosiala saðið, forklára tey flennandi. Hesi fýra ungfólkini eru millum 13 og 16 ára gomul, tey spæla tí teimum dámar tað, og stílurin er góður føroyskur popp/rockur við onkrum friðarligum kærleikslag, men tey hava ikki ordiliga nakað at hyggja fram ímóti enn. Tey siga, at tey høvdu gjarna vilja havt onkur ljóðføir aftrat uppí: kanska klaver og bass. Tey eru sera glað fyri, at Dávavirkið er komið, tí tað hevur givið teimum, og mongum øðrum, møðuleikan til gleðina at spæla tónleik saman.

Framtíðin
Í næstum fara 12 ung úr Húsinum ein túr til Íslands, tey skulu vitja “Hitt Húsið,” sum er eitt ungdómshús í Reykjavík. Annars skulu tey bara hugna sær og fara á konsertir og tílíkt. Framtíðin á Dávavirkinum sær sera bjørt út. Fyrst skal síðsta hond leggjast á bygningin, og síðani fara heilt sikkurt onkrir góðir bólkar at spíra upp úr umhvørvinum her.

Niðurstøða
Eg haldi, at tað, sum tey ungu hava fingið her norði er mega feitt! Eg eri sjálv ung, og búgvi í Havn, og um eg búði her norði hevði eg heilt sikkurt eisini gjørt brúk av bæði Húsinum og Dávavirkinum. Eitt stórt klapp fyri øllum teimum sum hava tikið stig til, og gjørt tað møguligt at fáa bæði Dávavirki og Húsið upp at standa, og teimum sum dagliga gera tað stuttligti og spennandi at vera har. Keep up the good work!

Jóhanna Magnusardóttir – praktikantur á Norðlýsinum.