Tað er hugstoytt at frætta, at 28 sjúklingar skulu til Danmarkar í skannara, sum eins væl kundi verið gjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Er tað veruliga soleiðis, at hóast løgtingið hevur játtað pening til starvsfólk, neyðuga vitan og útbúgving, sum knýtt er at nýggjar skannarinum í Klaksvík, so vil Landssjúkrahúsið ikki góðtaka at skanningar verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Um tað er soleiðis, at tað enn væntar útbúgvi fólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsið til at gera neyðugu skanningar, hevur so landsstýriskvinnan ikki givið nøktandi upplýsingar til løgtingið, sum fyrr í ár játtaði serstakan rakstur til júst at útbúgva starvsfólk, so skannarin kundi koma í brúk beinanvegin?
Tí er spurningurin eisini, hvør hevur givið landsstýriskvinnuni ráðgeving.
Tað er einki minni enn ein skandala, um hendan týdningarmikla íløga ikki kemur sjúklinginum til gagns beinanvegin, og harvið kann bæði fyribyrja og skunda undir viðgerðartíðini.
At vit við einari skanning í Føroyum kunnu geva skjóta og góða hjálp, samstundis sum vit spara hópin av peningi, eigur at vera í áhgua hjá bæði leiðsluni á Landssjúkrahúsinum og ikki minst hjá landsstýriskvinnuni.
Eg vóni, at frágreiðinigin ikki er manglandi vilji til at loysa hetta átrokandi mál fyri sjúklingin.
Jógvan Skorheim
býráðslimur




