Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvat ger Sonja nú?

Jóhann Lützen

Stóra málið, ið Sonja Jógvansdóttir hevur sagt seg hava avtalu við samgonguna um, fall júst nú í løgtinginum. Kreppa valdar í tinginum.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (frádrátt fyri gjald til yrkisfeløg) er fallið. 

Hetta er málið sum Sonja Jógvansdóttir hevur sagt seg hava eina avtalu við samgonguna um. Men málið er fallið, og tískil kann spurningur setast um Sonja Jógvansdóttir fer at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini. 

Sonja Jógvansdóttir hevur í aftur og aftur sagt at um samgongan heldur sínar avtalur, so heldur Sonja sínar avtalur. 

Kristin Michelsen er ikki í tinginum í dag. Atkvøðugreiðslan vísti 16 fyri og 16 ímóti í tískil fall málið.