Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat hendir í Christianskirkjuni hesa vikuna?

Jóhann Lützen

Týskvøldið kl. 17.30 verður skrúvugudstænasta við Hanusi á Gørðum presti, eisini koma næmingar úr Tónlistarskúlanum at spæla. Eftir løtuna í kirkjuni fara vit niður í kirkjukjallaran, har vit fáa kjøtsós og skrúvur.

Mikumorgunin kl.10.00 verður morgunsangur. Hanus á Gørðum prestur hevur eina andakt, vit syngja nakrar sálmar, høvið verður eisini at tendra eitt ljós og njóta kvirruna eftir løtuna. Síðani verður ein drekkamuður í kirkjukjallaranum.

Fríggjadagin kl.10.00 er vøggusangur, har mammur og pápar at børnum frá 0 til 12 mánaðar koma saman. Jóhanna Johannessen urguleikari leiðir løtuna. Aftaná er morgunmatur í kirkjukjallaranum.

Fyrsta sunnudag í advent er familjugudstænasta kl. 11.00. Øssur Kjølbro prædikar, talvan gongur fyri sjómanskirkjuna.  Kl. 20.00 verður adventskonsert við kirkjukórinum.