Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hví 4-4-2 allan dystin? Og hvar vóru royndu miðverjarnir?

Jákup Ósá

Vit settu KÍ-venjaranum nakrar spurningar eftir eitt avrik, sum sambært honum langt frá var gott nokk. Nakrar spurningar, sum fleiri nokk sótu við eftir dystin.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Haakon Lunov, hevur ikki fingið eina góða byrjan í sínari fyrstu stóru høvuðsvenjarauppgávu eftir at hava verið nógv hjálparvenjari. KÍ hevur verið tvær ferðir í høvuðsstaðnum til skrásettar dystir í ár og tapt báðar dystirnar.

 

Passivt KÍ-lið

Eftir dystin spurdu vit fyrst Haakon Lunon um, hvat hann helt um dystin.

– Hetta var ein rótutur dystur. Vit koma ongantíð í eina rytmu og skapa lítið. Vit mugu brúka meira tíð til at blíva betri kendir við hópin og blíva betri soleiðis, at vit koma har sum vit skulu verða. Vit eru passivir, bæði við og uttan bólt. Ein 0-0 javnleikur hevði kanska verið rættvísur, men teir megna at avgera dystin móti endanum við einum hornasparki.

 

4-4-2 allan dystin

KÍ hevur í fleiri dystum í ár spælt 4-4-2, sum annars tykist sum ein leikskipan, sum ikki verður nógv brúkt longur av toppliðum í deildum í Europa. Men hví valdi Haakon 4-4-2 og hví helt hann fast í hesi leikskipan, tá hon týðuliga ikki riggaði?

– Tað er ikki tað, sum vit tapa dystin uppá. Tað hava vit spælt nógv í ár eins og 4-2-3-1. Tað er ein deyðbóltur sum vit lata inn og so taka vit størri váða móti endanum og tá fáa teir eitt mál afturat. Men spælið hjá okkum er ikki gott. Vit skapa ikki nóg nógvar málmøguleikar. Vit spæla ikki nóg nógv frameftir, og vit eru ikki har, sum vit vilja verða, sigur Haakon, sum valdi at halda fast í 4-4-2 leikskipanini.

– Fyri meg er tað ikki tað, sum avgerð dystin í dag. Fyrst mugu vit spæla fótbóltin, sum vit vilja og so kunnu vit byrja at tosa um struktur, sigur hann.

 

Skifti málverja

Undan dystinum hevði Haakon Lunov tikið avgerð um at skifta málverja, hóast Ari í Harhaldsstovu stóð báðar teir fyrstu dystirnar. Hesaferð var Mark F. Jensen í málinum.

– Vit hava eitt málmanstoymið. Hesaferð hildu vit, at Mark vildi verið best fyri hendan dystin. Vit hava tveir góðar málverjar. Tað er sama støðan sum fyri útileikarar. Ari hevur gjørt tað fínt, og Mark hevur verið góður undir venjing og teir arbeiða væl saman undir venjing, sigur Haakon.

 

Deni Pavlovic var frískur

Tað er í miðverjuni, at KÍ í alt ár hevur havt stórt mannfall. Heini Vatnsdal er langtíðarskaddur, Odmar Færø hevur verið skaddur síðani Lille-dystin og ógreitt er, hvønn leiklut hann kemur at spæla. Síðani er Cedric Yambere stutt síðani komin til og hevur ikki spælt dyst í fleiri mánaðir. Tí var tað kanska óvæntað, at hann spældi móti B36 og at hann spældi so leingi (75 minuttir). Men hann var sannførandi og klárt besti leikarin hjá KÍ hendan dagin.

Afturat hesum vóru miðverjarnir Deni Pavlovic (sum eisini er miðvallarleikari) og Børge Petersen, sum hava verið nógv skaddir í ár, men sum hava spælt onkran venjingardyst og sum síðstu dagarnar hava vant við fullari ferð. Deni nakað longri enn Børge.

Børge Petersen spældi 69 minuttir við næstbesta liðnum móti TB í gjár.

Og spyr ein KÍ-viðhaldsfólk, hvør ein av teimum fyrstu leikarunum er, sum tey seta á liðkortið til stórar dystir, so er svarið ofta Deni Pavlovic. Hann var á bonkinum og kundi tí havt avloyst Cedric í miðverjuni, so at KÍ ikki mátti broyta bæði miðvøll, har René S. Joensen var álitið sentralt, og miðverjuna. Vit spurdu KÍ-venjaran, hví hann ikki brúkti Deni og Børge til partar av dystinum.

-Tað er tí, at teir ikki eru klárir nokk kropsliga. Teir hava verið leingi skaddir. Børge hevur ikki vant eina heilu viku enn. Nú skal hann við U21-landsliðnum. Vit mugu hugsa um at byggja okkara leikarar upp til framtíðina og blíva sterkari. So vit fáa størri breidd við at fáa leikarar aftur. Vit mugu taka røttu valini her, sigur Haakon Lunov. Men Deni Pavlovic var á bonkinum. Hví er hann á bonkinum, um hann ikki kann spæla?

– Hann er ikki klárur at byrja ein dyst. Men tað er ikki tað, sum er okkara avbjóðing. Hann kundi komið inn, og tað er tí, at hann er á bonkinum. Men í dag valdu vit ikki at brúka hann, sigur Haakon Lunov.

 

Landsliðssteðgur

Nú er landsliðssteðgur og tað ger, at KÍ-venjarin gevur sínum leikarum frí í nakrar dagar. M.a. fyri a fáa mentalt yvirskot til eitt langt kappingarár.

– Nakrir fara við landsliðum. Hinir taka frí í nakrar dagar, tí vit mugu hava mental yvirskot til eitt langt kappingarár. Síðani fáa leikararnir programmir at venja eftir, og so hava vit nakrar av teimum yngru, sum koma at venja við 1.deild, sigur Haakon Lunov.

 

Nakrir leikarar tøkir aftur skjótt

Vit spyrja at enda til skaðastøðuna hjá KÍ, sum í ár hevur nógv fleiri skaðar enn kappingarneytarnir.

– Pílurin peikar rætt. Børge og Deni eru á veg. Jonn Johannessen venur meira við nú. So tað eru summir pílar, sum peika rættan veg, sigur KÍ-venjarin.

 

Cedric Yambere byrjaði væl

Tað var eitt jaligt ting hjá KÍ at taka við frá dystinum. Tað var avrikið hjá 33 ára gamla Cedric Yambere. Hóast hetta var hansara fyrsti dystur frá byrjan síðani 28. oktober. Her kann KÍ hava rakt eitt keyp á einari hill, sum viðmrkjarar hava eftirlýst hjá KÍ í vetur.

– Hann kom væl í gongd. Tað er langt síðani hann spældi ein dyst, men hann vísti, at hann hevur royndir og hann vísir nakað spennandi sum ger, at vit kunnu byggja víðari á tað, sigur Haakon Lunov.