Klaksvíkar kommuna upprættar nýggj tiltøk, sum hava sín uppruna í teirru tíðini tey eru fyriskipaði í, men letur samstundis onnur detta niðurfyri.
Grækarismessan eitt slíkt.
Á grækarismessu hátíðarhalda vit, at tjóðfuglur Føroya, tjaldrið, kemur til Føroya. Men grækarismessuhaldini kring landið eru í stórari minking, og tað skjótt. Ikki minst her í Klaksvík tykist áhugin fyri grækarismessuni at verða minkaður burtur í nærum onki. Hetta er hugstoytt.
Í dag eru tað fleiri sum ikki vita, hvussu tjóðfuglurin eitur. Onkur heldur, at tað man vera lundin. Tað er heldur ikki løgið, tá man hyggur at postkortum og souvenirum til ferðafólk. Serliga ikki, tá so lítið verður gjørt burturúr veruliga tjóðfuglinum.
Tað var fyrst í 1800-talinum, at Nólsoyar-Páll yrkti Fuglakvæðið, har tjaldrið verjir teir óhjálpnu smáfuglarnar frá rovfuglum sum skúgvi og falki. Eyðsýnt var, at kvæðið var ein allegori, har donsku embætismenninir í Havn eru rovfuglarnir, smáfuglarnir eru føroyingar, og tjaldrið er Nólsoyar-Páll sjálvur. Men av tí at yrkjarin hegnisliga hevði latið teir í fuglaham, kundu embætismenninir ikki fara eftir honum uttan at viðurkenna, at teir føldu seg raktar.
Áður varð nógv gjørt burturúr grækarismessu. Skótar gingu skrúðgongu, røðarar hugleiddu við hátíðarligari rødd um hetta vártekinið, eins og hornorkestur settu sín dám á. Fólk greiddu frá, at tey høvdu kanska longu hoyrt fyrstu “klipp klipp”-ljóðini úr náttúruni. Og tað var sjálvsagt, at hetta varð hátíðarhildið sjálvan 12. mars, óansæð hvør vikudagur tað er.
Í nøkur ár hevur rákið verið soleiðis, at øll tiltøk mugu vera leygardag. Føstulávint er meira ella minni flutt frá føstulávintsmánadegi og -týsdegi til fríggjadag og leygardag. Jóansøkan og hinar summarstevnurnar liggja somuleiðis allar leygardag, líka burtursæð frá ólavsøku, sum framvegis heldur gamlan sið í hevd og liggur 29. juli. Í tráð við hetta leygardagsrákið hava onkur grækarismessuhald eisini ligið leygardagin, ið var næstur 12. mars. Men sjálvt hetta er nú eisini við at fána burtur.
Kommunan má ganga á odda ella?
Kommunan hevur seinastu árini sett á stovn ymiskt tiltøk, sum hava sín legitimitet í tíðini tey eru fyriskipaði í. Torradagarnir sum vit øll eru so glað um og seinasta skotið á stammuni nevnt Norðurljós. Tað verður brúktur peningur uppá hesi tiltøkinum, ímeðan Grækarismessuhaldið verður latið upp til eitt áhugafelag í býnum at taka sær av.
Vónandi verður tað soleiðis, at grækarismessan 12. mars í ár aftur fer at markera, at tjóðfuglurin er komin higar til lands, á ein tignarligan, hátíðarligan og virðiligan hátt.




