Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hví Óluvu Klettskarð?

Jóhann Lützen

Tjóðveldi í Norðoyggjum eigur at fáa umboðan á Føroya Løgting!

 

Eg ynski mær einar sjálvstøðugar og burðardyggar Føroyar við sjálvberandi og tryggum búskapi.

 

Við mær í samgongu fari eg at arbeiða fyri

  • Nógv betri umstøður til pensjonistar
  • Betri bústaðarviðurskifti um alt landið, so føroyingar kunnu seta búgv
  • Eggja føroyskari matvøruframleiðslu
  • Grønt orkuskifti, so øll fáa verið við
  • Loysn á gongd í haga. Rættindi hjá ognarum, og fólkið í Føroyum rætt at njóta náttúruna
  • Virknan útoyggjapolitikk
  • Smábørnini betri umstøður á ansingarstovnunum, minstunormeringar og fyrireikingartíð
  • Fleiri pengar til list og mentan, og allur ungdómur fáa føroyskar skúlabøkur
  • Lættari og styttri arbeiðsviku
  • Hægri løn til umsorganarstørvini
  • Hægri lestrarstuðul til lesandi
  • Føroyskt mál mennast, bæði millum børn, ung og tilflytarar
  • Ein føroyskan radara á Sornfelli

Fyri Norðoyggjar er neyðugt at stimbra íverksetan og nýggj arbeiðspláss, og Klaksvíkar Sjúkrahús skal styrkjast sum sjúkrahús við tilbúgving, sjúkraviðgerð og endurvenjing.

Og Óluva Klettskarð fer ikki í eina samgongu uttan eina lidna byrging um Haraldssund!

 

Tí Óluva Klettskarð

-Tjóðveldi fyri øll

 

Harleyfacadeacryl