Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hví velja Sylviu?

Sylvia Thomsen

Seinastu tíðina havi eg við fleiri valgreinum roynt at víst á, hvørjar hugsanir eg havi til tey ymisku viðurskiftini, ið viðvíkur kommunalum arbeiði. Eisini havi eg roynt at lýst, hvør eg eri, bæði persónliga og fakliga. Men eitt kommunalt arbeiði fevnir jú væl breiðari, enn bert eina fakliga grein

 

 

Mínar styrkir sum valevni

So hví velja meg? Eg havi jú ongar politiskar royndir. Hvat kanst tú, sum veljari, vænta at fáa burturúr at velja meg? Hvat havi eg at bjóða? Eg dugi jú ikki alt, og havi tí eisini brúk fyri hjálp og vitan frá øðrum, um eg skal kunna gera nakað munagott fyri allar borgarar í Klaksvíkar kommunu.

 

Saklig og opin tilgongd til trupul mál

Tað, sum eg kann vísa á er, at eg tori at tosa um tann ljósareyða elefantin. Hetta havi eg eisini drúgvar royndir við frá mínum dagliga starvi, sum sjúkrarøktarfrøðingur. Eg leggi meg tó eftir, at gera hetta so sakliga, sum gjørligt. Hetta merkir so eisini, at eg ikki er konfliktsky.

 

Avgerðir grundaðar á vitan

Síðani dugi eg eisini at leita mær vitan. Ein og hvør avgerð má byggja uppá alla relevanta vitan, annars er alt ov stórur vandi fyri at taka skeiva avgerð. Tí leiti eg mær so nógva vitan, sum til ber, um eitt mál.

 

At lurta og virða sjónarmiðini hjá borgaranum

Fyri at fáa vitan, er umráðandi at lurta og hoyra. Í mínum dagliga starvi er tað mín uppgáva at tosa ella advokera fyri sjúklingin. Um eg skal kunna hetta, má eg duga at lurta og hoyra, hvat sjúklingurin sigur. Eisini krevur tað, at eg dugi at bera hetta aftur til læknan og at eg dugi at argumentera fyri støðuni hjá sjúklinginum.

 

At halda fokus í týdningarmiklum málum

Og so er eisini umráðandi at duga at halda fokus. Heldur ein ikki fokus, verður eitt mál skjótt gruggað og fer av leið. Hetta eru førleikar, ið eg somuleiðis meti vera sera umráðandi í kommunalum arbeiði. At lurta eftir og hoyra borgaran. Eg fari jú at hava brúk fyri vitanini, ið borgarin situr við, fyri at kunna gera eitt gott arbeiði fyri borgaran.

 

Býráðið fyri borgaran

Tað er mín fatan, at kommunan er til fyri borgaran, og ikki umvent. Tí ynski eg eisini at vera so atkomulig, sum gjørligt. Hetta merkir, at eg ynski at ein og hvør borgari skal kunna seta seg beinleiðis í samband við meg við tí, ið liggur á hjarta. Tað verið seg via Messenger, teldupost ella telefonsamrøðu.

Verði eg vald, síggi eg meg, sum eina funktión, heldur sum ein persón. Eg skal tí tola kritikk. Eg skal tora at biðja um umbering og eg skal taka við lærdómi. Eg taki ikki tingini so persónligt og meti meg hava ein breiðan rygg.

 

Tín stuðul kann gera mun

Í morgin skal krossurin setast, og eg vóni at vit í Klaksvíkar kommunu fáa eitt býráð, ið stendur saman við borgaranum í fokus.

 

Sylvia Thomsen

Valevni á lista D