Í vikuni hava øll húskir í limakommunum hjá IRF fingið eitt skjal, sum kunnar borgaran um, hvat hvíti posin skal brúkast til.
Hjá IRF arbeiða tey í løtuni við at finna eina loysn uppá, hvussu tey kunnu innsavna hvítar posar frá útoyggjum okkara Fugloy, Svínoy, Skúvoy og Kalsoy. IRF sigur í tíðindaskrivi, at tey vóna, at tey hava eina loysn klára í august/september.
Tað merkir, at sum nú er, er einki broytt í ruskinnsavningini á útoyggjum, og er hvíti posin tí enn ikki ein møguleiki.
IRF sigur, at kunnað verður nærri, tá nakað nýtt er um málið




