Tað eru mangir leikir í longum talvi. So hevur sanniliga verið í stóru verkætlanini at binda meginøkið saman við undirsjóvartunlum. Um dagarnar varð størsta lánsavtala her á landi undirskrivað. Avtalan er gjørd við amerikanskar fíggjarveitarar yvir eitt 24 ára tíðarskeið.
Sambandsmenn hava gjørt nógv burturúr, at ríkisfelagsskapurin skal vera sterki tryggleikin aftanfyri lánsavtaluna og sera lágu, fastlæstu rentuna. Um so er, er ilt at meta um. Men harfyri rópa teir hart um hendan partin av avtaluni og royna at mála øll hugsandi ódjór upp á hugmyndaveggin, um tað skuldi hent, at Føroyar tóku fullveldi í bræði. Alt samalt ein troyttandi endurtøka av sjónleikinum, sum hevur verið leiktur fyri føroyingum í meiri enn 100 ár.
Men innihaldið er lítið vert. Tað er onki nýtt í hesi lánsavtaluni. At ríkisfelagsskapurin er nevndur, er bara ein náttúrligur partur av einum integreraðum heimi. Føroyskur búskapur er av søguligum orsøkum sera tætt knýttur at danska búskapinum. Eins og danskur búskapur av søguligum orsøkum er sera tætt knýttur at europeiska búskapinum. Eins og europeiski búskapurin er tætt knýttur at amerikanskum og asiatiskum búskapi. Eins og amerikanski búskapurin er tætt knýttur at kinesiskum, arabiskum, japanskum og europeiskum búskapi. Og so framvegis. Í fíggjarkreppuni sóu vit hetta sólarklárt. Tá stóru amerikansku fíggjarstovnarnir hoknaðu, fullu búskapir kring allan heimin sum dominobrikkar. Hetta er náttúran í búskapum. Teir hvíla allir á hvørjumøðrum og halda hvørjumøðrum uppi. Fellur ein, er vandi fyri, at aðrir falla. Tí búskapir og lond liva av hvørjumøðrum. Hetta er eins náttúrligt og føðiketan í náttúruni.
Nú rópa sambandsmenn upp um, at búskaparliga føðiketan er sett inn í eina lánsavtalu og royna at arga loysingarfólk. Tað harmiliga er, at teir í hesi ídnu argingarherferðini seta tilsíðis sjálva verkætlanina. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru fyri Føroyar tvey so stór fet á framburðsleið, at vit núlivandi als ikki duga at virðismeta hetta til fulnar. Tað prógvar argingarherferðin tíverri.
Tað er søguliga sterk politisk semja um hesa verkætlan. Allir flokkar á tingi hava fult og heilt tikið undir við henni og tí hevur óvanligur friður valdað higartil. Eisini tí er tað grøtiligt, at tað nú kemur róp í. Vónandi fer ófriðurin at hæsa avaftur. Og vónandi fara sambandsmenn aftur at hava fokus á tí stóra málinum.
Eg eri sera fegin um, at Henrik Old, landsstýrismaður, hevur umsitið málsøkið í hesum týðandi tíðarskeiðnum av tilgongdini. Hann hevur áhaldandi upplýst allar partar í politisku skipanini og hevur á tann hátt hildið frið um verkætlanina og virt breiðu politisku semjuna. Fyrst í komandi ári verður fyrsta skotið latið av, og tá verður sjónlig framgongd dag um dag. Vit kunnu ikki annað enn gleðast og fegnast um at liva í heimsins besta landi; framgongdin er ovurstór og vónir gerast alsamt bjartari.




